Stjórin hevur stórt virði

Vinnuhúsið skrivar á netinum, at kanningar í Danmark hava víst, at ovasti stjórin í fyritøkum aloftast hevur eitt sera stórt virði fyri fyritøkuna. Miðal danska fyritøkan missir tað, sum svarar til alt yvirskotið tey seinastu trý-fýra árini, tá stjórin óvæntað doyr, ella um hansara/hennara hjúnafelagi ella barn doyr. Tað hevur meira ella minni ongan týdning fyri yvirskotið, um verforeldur ella onnur í familjuni hjá ovasta stjóranum doyr. Hetta vísir ein víttfevnandi kanning av familjuviðurskiftunum millum allar danskar fyritøkur, har ovastu stjórarnir í knappliga 7.000 av teimum vóru úti fyri deyðsfalli.