Stjórin hevur onga viðmerking

Stjórin á SEV, Klæmint Weihe, hevur onga viðmekring til, at umboðsráðið er kallað saman

SEV-málið

SEV stjórin hevur onga viðmerking til, at umboðsráðið er kallað saman at viðgera støðu hansara sum formaður í P/F Norðoyatunlinum. Hann sigur við Sosialin, at hann metir tað rætt einki at siga um málið, til tað er avgreitt á umboðsnevndarfundinum, sum verður.
Eisini var ætlan okkara at fáa eina viðmerking frá formanninum fyri SEV stýrinum, Poul Arna Jacobsen, til tað, Hans Tausen Olsen, umboðsnevdarformaður, sigur, um at stýrisformaðurin hevur hildið eina frágreiðing loyniliga. Men stýrisformaðurin var ikki at hitta fyri evstamark fyrrapartin í gjár.