Stjórin: - Hetta hevði eingin væntað

Phoenix-skandalan: Í minsta lagi 130 føroyingar ganga í dag við óvissuni um, hvat verður av peninginum teir settu í íleggjarafelagið Phoenix Kapitaldienst. Peningurin kann vera horvin. ? Vit eru líka so sjokerað sum tit, sigur stjórin Claus Schæfer.

Tað er trupult at siga heilt nágreiniliga, hvussu nógvan pening føroyingar hava sett í Phoenix. Men talan kann vera heilt upp ímóti 100 milliónum krónum.
Harafrat er greitt, at omanfyri 130 føroyskir íleggjarar hava sett pening í felagið, og sum nú er ávegis húsagangi.
Tað váttar stjórin fyri donsku deildina av Phoenix Kapitaldienst, Claus Schæfer fyri Sosialinum.
Men tað ber kortini ikki til hjá honum at siga nakað um, hvussu stóran part av hesi upphæddini, ið føroyingar hava mist ella kunnu missa.
Og hann hvørki fær ella kann siga nakað um, hvør ella hvørjir teir føroyingarnir eru, sum í fyrsta umfari hava sett pening í felagið.

Vitjað javnan í Føroyum
Síðani tíðindini bórust um burturblivnu pengarnar í felagnum, hevur telefonin gingið heit hjá Claus Schæfer, ið er stjóri fyri norðurlendsku deildina hjá felagnum.
Nógv hava ringt og spurt um lagnuna hjá teirri upphæddini, tey hava sett í felagið. Her kann vera talan um bæði fimmsiffraði, sekssifraði og upphæddir av enn størri slagi, sum fólk hava sett í.
Felagið bjóðaði kundum sínum eina góða úrtøku, og eingin ivi er um, at nógv hava fingið væl burturúr peninginum hesa tíðina. Men við einum stórum avkasti er eisini váðin tað størri.
Hetta hevur tó ikki forðað føroyingum í at seta hópin av peningi í felagið. Umboðsmenn frá felagnum hava, tey seinastu 10 árini, javnan verið í Føroyum fyri at hitta nýggjar kundar. Teir hava verið her eina til tvær ferðir um árið.
Úrslitið av ferðunum hevur verið sera gott, tí líkt er til, at teir hava fingið fatur á fleiri peningasterkum føroyingum við váðafúsum kapitali.

Harmfullur
Eitt gott dømi um tann føroyska áhugan í felagnum er tann lýsingin, sum hongur á B36-húsinum og sum vit avmyndaðu í blaðnum í gjár.
Eitt annað dømi um henda áhugan er, at júst stjórin, Claus Schæfer eisini hevur verið við á hesum Føroya-ferðunum.
-Eg havi sjálvur verið her einar 5-6 ferðir. Eg kenni tí til viðurskifti tykkara, og eg veit tí eisini, hvat stendur uppá spæl hjá mongum.
-Eg eri tí ógvuliga keddur um støðuna, sum vit í Danmark ikki hava havt nakra ávirkan á. Tað harmar meg almikið, og vit eru líka so sjokerað sum tit. Hetta hevði eingin væntað, sigur hann við Sosialin.

Ítróttur og skip
Hesir 130 íleggjararnir eru øll sløg av fólki, og finnast í øllum løgum av samfelagnum.
Felagsnevnarin fyri tey er, at tey hava pening tøkan, sum tey ynskja at seta í feløg uttanlands. Tað er helst so, sum onkur hevur sagt, at henda peningin hava tey í roynd og veru ikki brúk fyri, og at tey tí seta hann í onnur feløg.
Millum teir mongu føroyingarnar, sum hava sett hesar 100 mió. kr. í Phoenix finnur ein øll sløg av fólki. Her eru ítróttarfeløg, skiparar, sjómenn, reiðarar og hópin av feløgum og fyritøkum, sum nú altso eru í vanda fyri at missa eina rættiliga stóra peningaupphædd.
Arbeitt verður nú við at greina út tapið hjá øllum pørtum - og herundir eisini tann føroyska partin. Nær nærri fæst at vita um hetta, dugir Claus Schafer ikki at siga.