Stjórin í Fiskaaling fyllir fimmti

Í dag, leygardagin 21. juli, fyllir Jóhanna Lava Køtlum 50 ár. Hon er ættað úr og býr í Havn, og hon er stjóri í pf. Fiskaaling.

Jóhanna er dóttir Almu og Hera Olsen í Havn. Alma er úr Túni á Toftum, og Heri á Lava, sáli, var av Ingutrøð í Havn. Hann doyði í 2015.

Vøggan hjá Jóhannu stóð í Tungugøtu, har foreldrini búðu í íbúð í kjallaranum hjá ommuni og abbanum, Hannu og Palla á Lava. So fluttu tey út í Grønlandi, har Jóhanna vaks upp í Krosslíð. Hon eigur fýra beiggjar – Marni, Andrias, Høgni og Hanus. Teir búgva allir í høvuðsstaðnum.

 

Eftir lokið studentsprógv las Jóhanna lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, áðrenn hon í Tromsø helt fram við lestrinum. Seinni flutti hon til Aarhus, har hon tók MA prógv. Seinni leyk Jóhanna MA prógv í miljøvurdering á lærda háskúlanum í Aalborg.

Jóhanna var deildarleiðari og frá 2011 og til 2013 stjóri á Umhvørvisstovuni, sum tá var lutfalsliga nýggjur stovnur við nógvum ymiskum setningum. Eitt nú náttúra, skógrøkt, orka, matrikul og útskifting, kort, tinglýsing, landsfólkayvirlit, navnamál og vápn, sum tað er orðað á heimasíðuni hjá stovninum.

Í arbeiðinum hevði hon nógv samband og samskifti við reiðarar, skiparar og alarar. Hetta er mannfólkaverð burturav. Jóhanna er fyrikomandi og tilvitað um almennar ásetingar, og tað var góður førningur at hava í hesum arbeiðinum.

 

Í 2013 flutti Jóhanna til Nuuk, har hon var deildarleiðari í fiskimálaráðnum. Ein av hennara uppgávum har var at vera við í fiskivinnusamráðingum – eitt nú við Føroyar.

Fyrsta juni í 2016 tók Jóhanna við sum stjóri í Fiskaaling. Felagið var fíggjarliga í tungum sjógvi, men síðani er skilmarkað, hvørjar kjarnuuppgávurnar hjá felagnum eru og harvið hvat skal til fyri at fáa raksturin at hanga saman. Visiónin er at skapa eitt altjóða granskingarumhvørvi, sum við gransking og menning víðkar vitanarstøðið, við tí endamáli at økja enn meira um dygdina í alingini.

 

Í barnaárunum var Jóhanna nógv á Toftum hjá ommuni og abbanum – Maju og Júst í Túni. Tá var abbin undangongumaður í stríðnum fyri at fáa tað at bera til at ala síl og laks á landi og sjógvi. Avbjóðingin var eitt nú at finna fram til, hvussu tað kundi eydnast at fáa nyttu úr nátúrligu lívsringrásini hjá síli og laksi. Við sínum stóra innliti í náttúruna stríddist abbin fyri fimmti árum síðani við hetta, sum síðani er vorðin okkara størsta útflutingsvøra.

Sum stjóri í Fiskaaling er Jóhanna aftur í tí umhvørvinum, sum abbin stríddist í, tá ið hon var barn.

 

Jóhanna er gift Jóanis Erik Køtlum. Hon eigur saman við Leif Láadal ein son, sum er uppkallaður eftir abbanum og eitur Heri Lava Láadal.