Stjórin er øgiliga errin

- Vit eru øgiliga errin av teimum.

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla, eftir at tað frættist nú seinnapartin, at tríggir næmingar á skúlanum hava vunnið donsku kappingina um at vera ársins unga virki.

Tilsamans vóru 35 lið við í kappingini.

Tað merkir, at í summar skulu teir tríggir næmingarnir í EM finaluna í London um at vera ársins unga virki í Evropa í ár.

Tað næmingarnir hava gjørt, er at teir hava stovnað eitt virki, sum vinnur salt úr sjónum, sum teir síðani seta ymsan smakk til.

Hetta er fyrstu ferð, handilsskúlin vinnur hesa kappingina, so tað eru vit ómetaliga fegin um, sigur stjórin í eini viðmerking.

- Tað, dómararnir serliga løgdu dent á, var, at føroyska verkætlanin var sera gjøgnumførd og væl framborin, og at dentur varð lagdur á gera eina vistfrøðiliga vøru til norðurlendska køkin.

Men Helena Dam á Neystabø sigur, at tað er nettupp hetta, sum er fremsta endamálið við Handilsskúlanum.

- Skúlin skal sjálvandi geva næmingunum eina útbúgving. Men endamálið er eisini at læra næmingarnar at síggja møguleikarnar at bróta upp úr nýggjum og at skipa eina verkætlan.

- Umframt at hava eina miðnámsútbúgving, miðja vit eftir at hava eina útbúgving, sum er vinnulig og miðvís, sigur stjórin og hon vónar, at hetta fer at eggja fleiri ungum at søkja sær útbúgving á handilsskúlanum.