Rógvi Nybo
Nýggja kanningin, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, gevur nógv áhugaverd úrslit, sum ALS kann nýta til at málrætta teirra virksemi betri. Eitt av úrslitunum verður gjølla gjægnumgingið her á síðuni, og vísur, at tað er ein bólkur av arbeiðsleysum, í høvuðsheitum eldri fólk uttanfyri miðstaðarøkið, ið fullkomiliga hava mist vónina um at finna eitt starv aftur. Men stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen váttar fyri Sosialinum, at enn er einki málrættað amboð tikið í brúk fyri at fáa hesi í starv aftur ella geva teimum vónina aftur.
- Nei, vit hava ikki avgjørt tað enn. Lat meg fyrst siga, at kanningin er rættiliga nýggj, so vit hava ikki enn innrættað okkum fullkomiliga eftir henni. Trupulleikin hjá okkum er, at vit allatíðina skulu avgera, hvussu vit útnytta okkara avmarkaðu ressoursir sum frægast, og tann avgerðin er ikki endaliga tikin enn, um hann skal málrættast onkrum av hesum bólkunum, sigur Magni á Deild Olsen.
Síðst inn – fyrst út
Sambært stjóranum í ALS hava tey í seinastuni havt stórt fokus á at fáa fólk skjótt úr aftur skipanini, tá tey koma inn í skipanina.
- Vit hava í seinastuni verið nógv eftir teimum nýggju í skipanini, at fáa tey út aftur sum skjótast. Vit hava eitt nú sett í verk ein samrøðupart, eftir at vit fingu kritikk fyri ikki at verða nóg nógv eftir teimum í skipanini. So nú verða tey kallaði inn til samtalu eina ferð um vikuna, og hetta fær tey skjótari út aftur, sigur Magni á Deild Olsen.
Men tá tað kemur til tey, ið hava verið longri inni í skipanini, viðurkennir ALS-stjórin, at tað er munandi truplari at fáa tey út á arbeiðsmarknaðin aftur – serliga tá arbeiðsmarknaðurin alt annað enn stendur og skríggjar eftir hesi arbeiðsmegini, sum í høvuðsheitum eru fólk yvir 50 ár og uttan stórvegis meira enn fólkaskúla ella handverkaraútbúgving.
- Nei, til tey hava vit ikki enn eitt málrættað tilboð, viðgongur Magni á Deild Olsen.
rogvi@sosialurin.fo