Stjórin á Jarðfrøðisavninum, Martin V. Heinesen, fer í farloyvi hetta tíðarskeiðið fyri at arbeiða við fyrireikandi kanningum til møgulig landgrundskrøv hjá Føroyum uttan fyri 200 fjórðinga markið.
Sigurð í Jákupsstovu, sum er 40 ára gamal, varð útbúgvin sivilverkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet í 1992, og hevur drúgvar royndir innan kolvetnisvirksemi.
Eftir lokna útbúgving arbeiddi Sigurð í Jákupsstovu sum verkfrøðingur hjá Maersk Olie og Gas í
5 ár, m.a. í Qatar og Indonesia.
Síðan 2001 hevur Sigurð í Jákupsstovu verið tekniskur leiðari hjá Atlantic Petroleum. Í desember 2002 vardi Sigurð PhD ritgerð við heitinum "Simulation of Gas Injection Processes" á Danmarks Tekniske Universitet.










