Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setti týsdagin Petur Joensen í starv sum stjóra á Jarðfeingi.
Petur Joensen er 49 ára gamal, útbúgvin Cand. Merc.og hevur harumframt tikið fleiri leiðsluskeið. Seinastu tvey árini hevur Petur virkað sum settur stjóri á Jarðfeingi, har hann hevur starvast síðani 1997.
Jarðfeingi er stovnur undir Vinnumálaráðnum, og á stovninum starvast í løtuni tilsamans 28 starvsfólk. Jarðfeingi umsitur kolvetnisvirksemi og virkar sum vísindaligur kanningarstovnur, serliga innan jarðfrøði. Stovnurin ráðgevur Vinnumálaráðnum í elveitingarmálum og luttekur í elveitingarverkætlanum. Harumframt skal stovnurin virka fyri at økja kolvetnisvirksemið við meira.