Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru vorðnir rakstrarfeløg burturav. Nú byggingin er liðug fer verandi stjóri í feløgunum Dávid Reinert Hansen frá við ársskiftið Feløgini søkja nú eftir stjóra at standa fyri feløgunum framyvir.
Nevndirnar í feløgunum báðum hava sett Berg í Garði sum fyribilsstjóra, til nýggjur stjóri tekur við.
Bergur í Garði fer frá sum nevndarformaður í Norðoyatunlinum, meðan hann virkar sum fyribilsstjóri, men heldur fram sum vanligur nevndarlimur. Bjarni Askham Bjarnason verður fyribils nevndarformaður í Norðoyatunlinum.