Tann 1. august verður stjóraskifti á Eimskip í Føroyum, tá núverandi íslendski stjórin, Linda Bjork Gunnlaugsdóttir, fer frá. Nýggjur stjóri verður íslendarin Brynjar Viggoson, ið hevur verið á vitjan í Føroyum og kunnað seg um sítt nýggja arbeiðspláss.









