Ólavur Hátún
-----
Mong vóru vit, sum í november mánaði í fjør hvukku við av kringvarpstíðindum um, at Magni Arge var sagdur úr starvi sum flogferðslustjóri og annar maður fyribils settur í hansara stjórasess.
Hví so ógvisligt stig var tikið móti einari fyritøku, sum so eyðsýniliga var í góðum hondum, var ilt at skilja.
Í 2004 hevði Atlantic fingið føroyska skoðsmálið at vera ”Ársin Átak”, í 2007 ljóðaði, at danir høvdu kosið Atlantic at vera ”Årets Læreplads”, og so seint sum í fjør kulmineraði, tá føroyska flogfelagið varð fyri tí altjóða heiðuri at vera kosið at vera ”The European Reginal Airline of the Year 2012-2013”. Grundgevingin fyri hesum seinasta var tvinnanda:
1) Føroyska felagið hevði á serstakan hátt dugað at skipa fyri professionellum flogsambandi til og frá smásamfelag sum okkara.
2) Atlantic hevði sermerkt seg við at ganga undan í at taka nýtíðar flogtøkni í nýtslu í Europa.
Ikki var tað sørt, at vit vóru errin av okkara flogferðslustjóra, so væl og greitt hann bar seg bæði í heimligum og í altjóða umhvørvi, hvussu hann við nýggjum, rúmligum flogførum veruliga hevði fingið okkara flogfelagi luft undir veingirnar, og hvussu hann støðugt fann okkum nýggjar leiðir út í heim. Hví júst hann skuldi fáa durafjórðingin úr sínum eftir øllum at døma vælfungerandi starvi, hava vit onga nøktandi grundgeving fingið fyri.
Fyri páskir varð málið reist á tingi við fyrispurningum til Jóhan Dahl, landsstýrismann; men tey svar, sum hann gav, vóru ikki sannførandi: Samstundis sum hann t.d. bedýraði, at hann onki hevði havt við hetta mál at gera, legði hann tó dent á tann týdning, tað hevði, at nevndin í flogfelagnum hevði fyrilit fyri tí, sum aðalognari felagsins (t. e. Føroya Landsstýri) ynskti. Vit vita eisini, at landsstýrismaðurin blandaði seg beinleiðis upp í nevndararbeiðið, tá hann vrakaði formannin, sum nevndin hevði kosið sær, og kravdi annan settan.
Summa summarum í hesum máli fær tí illa verið annað, enn at Jóhan Dahl av einihvørjari orsøk hevði sett sær fyri at reka Magna Arge frá sum flogfelagsstjóra.
Almenningurin stendur tí enn spyrjandi, hví landsstýrismaðurin í flogmálum gjørdi hetta óvæntaða inntrivið í flogleiðsluni, og hvat hann hevur í hyggju at fremja, sum ikki bar til við Magna Arge sum formanni.
Nýsetti útlenski formaðurin hevur enn lítið og onki latið hoyra frá, men aðrar vegir frættist, at nú skal farast út í heim at finna okkara flogfelag ”nýggja stategi”. Sum nevnt omanfyri fekk Atlantic heiðursprís júst fyri nýhugsan. Og er tann strategi ikki tann tryggasta, sum við kvalificeraðum innliti í, hvat ið fer fram aðrastaðni, tó støðugt byggir á heimligar royndir?
Mær rennur í huga, tá landsstýrið uttan atlit at heimligum viðurskiftum læt serfrøðinginum Finn Norman Christensen upp í hendur at evna til ein stjórnarskipanarleist fyri Føroyar eftir stórsamfelagsligum fyrimyndum uttanlands. Eigur ikki mangt í royndunum av tí nú at vekja til umhugsni?