Stjórarnir vistu av ongum

Klokkan 9.30 fríggjamorgunin fingu sjónvarps- og útvarpsstjórin at vita, at stovnarnir skulu leggja saman. Og Mikkjal Helmsdal kann frá 1. januar 2005 ikki kalla seg stjóra longur

LOFTMIÐLAR
 
Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya skulu eftir ætlan leggja saman frá 1. januar 2005. Hesum boðaði Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi um ellivu tíðina fríggjamorgunin. Klokkan 9.30 vóru Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, og Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, kunnaðir um hesa avgerð. Teir siga báðir, at avgerðin kom óvart á teir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki longur stjóri
Mikkjal Helmsdal kann frá 1. januar 2005 ikki longur kalla seg sjónvarpstjóra. Hann sigur seg ikki vera uppgsagdan, og hann heldur onga orsøk vera, at tað liggja persónligar orsøkir aftanfyri. Mikkjal Helmsdal verður ikki stjóri fyri nýggja samanlagda stovnin. . Ì skrivandi stund veit Mikkjal Helmsdal ikki at siga, hvat fyri starv, ætlanin er, at hann skal røkja.
Um samanleggingina sigur sjónvarpsstjórin, at hann upp á longri sigt dugir at síggja nakrar fyrimunir.
- Eg eri rættiliga ivasamur, um hetta er rætta løtan at leggja stovnarnar saman. Fíggjarligi trupulleikarnir hjá sjónvarpinum verða ikki endaliga loystir av hesi orsøk, sigur Mikkjal Helmsdal.
Tað undrar sjónvarpsstjóran stórliga, at politiski myndugleikin ikki hevur ráðført seg hjá stovnunum sjálvum.
Fríggjamorgunin boðaði sjónvarpsstjórin sínum starvsfólkum frá avgerðini, og hann sigur, at tey vóru rættiliga skelkaði, tá tey fingu boðini.
Ætlaða samanleggingin ger, at ætlaðu umskipanirnar hjá Sjónvarpi Føroya verða steðgaðar.
- Tað gevur onga meining at umskipa nakrar mánaðir undan, at stovnurin skal leggja saman við øðrum stovni, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hetta merkir millum annað, at ætlanin við at senda Danmarks Radio óviðgjørt verður løgd á hillina.
Mikkjal Helmsdal vil ikki gera viðmerkingar til, um hann ætlar at halda fram  í starvi á nýggja samanlagda stovninum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tað er tað
Útvarpsstjórin hevur ikki so nógvar viðmerkingar til samanleggingina.
- Tað er ein politisk avgerð, sum er tikin. Tað er tað, sigur Jógvan Jespersen.
Hann heldur, at tað eigur at geva góðar møguleikar fyri at rationaliserað, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur stungið út í kortið, og tað eigur at geva betri møguleikar. Men útvarpsstjórin hugsar fyrst um at varðveita verandi støði á sínum stovni.
- Vit mugu ansa eftir, at Útvarp Føroya heldur verandi støði, og vit eisini menna SvF.
Inntil víðari heldur Útvarp Føroya fram at virka sum vant.