Stjórarnir fáa gylt lógvatak

- Lat meg undirstrika, at stjórarnir ikki eru koyrdir, men eru farnir frá eftir egnum ynski og eisini eftir nevndarinar ynski. Annars havi eg ongar viðmerkingar til fráfaringarviðbót, sigur Odd Bjellvåg, nýggjur nevndarformaður.

- Hendan støðan er komin heilt óvart á.
Tað staðfesti nýggi nevndarformaðurin í Eik Banka, Odd Bjellvåg.
Seinatu vikurnar hevur fíggjareftirlitið gjøgnumgingið fíggjarstøðuna í bankanum, og úrslitið er, at at bankin verður kravdur eftir nógv fleiri avsetingum, enn gjørdar eru í roknskapinum.
- Vit vita ikki endaligu tølini enn, og tí ber heldur ikki til at siga, hvussu nógvan pening bankanum tørvar fyri at lúka treytirnar hjá fíggjareftirlitinum, sigur Odd Bjellvåg.
Nýggi nevndarformaðurin leggur stóran dent á, at teir báðir stjórarnir, Marner Jacobsen og Bjarni Olsen, ikki eru sagdir úr starvi, men eru farnir eftir egnum ynski.
- Vit hava tingað okkum fram til eina avtalu við stjórarnar, men eg fari ikki at nevna nøkur tøl, tí her er talan um privat viðurskifti, sigur Odd Bjellvåg.
Hann leggur tó aftrat, at hetta er ikki meiri privat enn so, at tølini fara at ganga aftur í ársroknskapinum.
Tað gevur onga meining at gita um tølini, men við útgangsstøði í árslønini og teirri upphædd, ið stjórin í Norðoya Sparikassa fekk í fráfaringarviðbót má gangast út frá, at eisini Marner Jacobsen og Bjarni Olsen hava fingið eitt gylt lógvatak.
- Teir hava fingið eina upphædd, sum nevndin metti nøktandi, staðfesti Odd Bjellvåg.
Við í skjáttuni til tíðindafundin hevði nýggi nevndarformaðurin eina tilsøgn frá TF Holding upp á 400 milliónir í nýggjum innskoti, tó við ávísum treytum.
- Hetta hevur alt at siga hjá okkum, og hetta ger, at vit hava sera góðar vónir um at reisa tann pening, ið verður neyðugur, sigur Odd Bjellvåg, nýggjur nevndarformaður í Eik Banka.