Stjórar skulu hava deadlines

Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri á miðnámsdeildini í Mentamálaráðnum, hevur sagt upp eftir góð fýra í starvinum. Stjórar skulu hava nøkur evstamørk, so teir arbeiða meira málrætta, heldur hann og gleðist um, at stjórarnir í nýggju skúladeplunum verða áramálssettir.

Álitið um nýtt føroyskt miðnám leggur upp til, at depilsstýrini verða setanarmyndugleiki hjá depilsstjórunum, og at teir verða áramálssettir. Depilsstjórarnir skulu setast fyri fimm ár í senn, og hetta heldur deildarstjórin á miðnámsdeildini á Mentamálaráðnum, Eyðbjørn Poulsen, vera eitt passandi tíðarskeið.

Eyðbjørn Poulsen hevur sjálvur sagt seg úr starvi fyri stuttum eftir góð fýra ár í Mentamálaráðnum. Hann sigur, at uppsøgnin ikki skal síggjast sum ónøgd við arbeiðslagið í ráðnum, tí sjálvt um arbeiðið hevur verið strævið, so hevur honum dámt væl.

- Tá eg fekk bjóðað starvið, segði eg, at eg setti fimm ár av til tað, og at tá fýra ár vóru farin, ætlaði eg at byrja at leita eftir onkrum nýggjum. Nú eru góð fýra ár farin, og eg havi fingið ein møguleika í privata arbeiðslívinum, sum eg ikki kann siga nei til. Tí fari eg nú, greiðir Eyðbjørn Poulsen frá.

Hann heldur tað hevur týdning, at stjórar seta sær evstamørk, soleiðis at teir fáa tað frá hondini, sum teir ætla. Tí heldur hann tað eisini vera eitt framstig, at stjórarnir á nýggju skúladeplunum, skulu verða áramálssettir.

Í løtuni eru rektarnir og skúlastjórarnir ikki áramálssettir. Sámal í Skorini hevur sitið 25 ár sum stjóri á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, og spurdur um hann heldur, at hann hevði verið ein øðrvísi stjóri, um hann hevði sitið fyri fimm ár í senn, svarar hann, at tað heldur hann fyri so vítt ikki.

- Kanska hevði eg uppført meg meira taktiskt fyri at selja meg til næsta tíðarskeið. Men eg haldi, at tann góði stjórin altíð dugir at seta sær sjálvum tíðarfreistir og at fáa tingini at henda. Annars ber slett ikki til at vera í einum slíkum starvi, staðfestir hann.

Men hann hevur einki ímóti at skúlastjórar verða áramálsettir, tí hetta fer at geva stýrunum møguleika at sleppa av við ódugnalig fólk, og uttan iva eisini føra meira dynamikk inn í skipanina.