Stjólu úr pengakassanum

Ótangar hava í kvøld verið í einum felags íbúðarvaskirúmi í Havn og tikið pening.

Friðarligt hevur verið á løgreglustøðini í Havn í kvøld, sigur vakthavandi.

 

Tó so.

 

Fyrr í kvøld høvdu ótangar verið inni í einum kjallara í einum felags vaskirúmi, ið er partur av einum íbúðarhúsum miðskeiðis í Havnini. Har hava fólk ein felags pengakassa, og ótangarnir hava brotið kassan upp, og tikið pening.

 

Løgreglan kannar málið, sigur vakthavandi, og leggur afturat, at annars eru bert smámál, og sera friðarligt er sum heild í kvøld.

 

 

 

(Tilvildarlig mynd)