Stjólu olju úr tanganum í einum húsum

Og á Kambsdali vóru tveir tjóvar tiknir á búri

Í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at olja var stolin úr einum oljutanga í einum húsum í Vági.

Løgreglan sigur, at heingilásið á tanganum var brotið, og at olja var stolin úr tanganum.

Tey vita ikki, hvussu nógv olja er stolin og tey vita heldur ikki hvør tjóvurin er.

Men hetta er so eitt høvi til at heita á fólk um at hava eyguni við tanganum, sigur løgreglan.

Hetta var ikki einasti stuldurin, sum varð meldaður í gjár. Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið ringdi ein maður, sum varðaði av einum verkstaði, at hann var komin fram á tveir mans, sum vóru í ferð við at stjala akkumolatorar.

Tjóvarnir sluppu sær til rýmingar, men løgreglan fekk skjótt fatur á teimum, tá ið teir vórðu steðgaðir á Gøtueiði.

Løgreglan sigur, at teir høvdu seks akkumolatorar í bilinum, so teir eru skuldsettir fyri stuldur. Hvat teir skuldu gera við so nógvar akkumolatorar, veit løgreglan ikki enn.