Um vikuskiftið hava fólk í Gundadali varnast, at óbodnir gestir hava verið í hjallum og skúrum í økinum. Løgreglan sigur, at tjóvarnir hava stolið eina asins rúgvu av øl og sider. Í nøkrum førum er lásið klipt av, meðan í øðrum førum hava hjallirnir verið ólæstir.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fyrstu fráboðanirnar komu fríggjakvøldið og leygardagin høvdu vitnið sæð nakrar ungar dreingir hugnað sær á einum spæliplássi í økinum við drykkjuvørunum.
- Heldur enn at taka tjóvagóðsið við sær heim ella í býin, høvdu teir goymt tað í saltkassunum hjá kommununi í økinum. Okkurt vitni hevði varnast hetta og løgreglan hevur tí hugt gjøgnum kassarnar og lagt hald á eina asins rúgvu av øli og sider, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Av løgreglustøðini verður sagt, at onkur órættaður hevur gjørt vart við seg og tí fingið sítt aftur, men allarhelst eru fleiri, sum enn ikki hava varnast, at nakað er tikið úr hjallinum.