Stjólu fisk úr frystigoymslu

Nógv hundalív kann vera í Havn eitt vikuskifti við eitt nú herverkum og innbrotum, men í Føroyum eru vit higartil sloppin undan, at fiskur verður stjolin úr frystigoymslum Tað er ikki ókent í Føroyum, at fiskireiðskapur, eitt nú línur og annað, verður stjolið við egningarskúrar. Ikki allir menn tíma at melda slíkt í fyrstu atløgu, men vóna heldur, at tjóvaríið heldur uppat av sær sjálvum. Tó eigur eigin at vera ov góðtrúgvin, sum soleiðis missir ognir, sum hoyra báti ella monnum til.

Herfyri vórðu lásini hjá felagnum Snorre Seafood á Måløy í Noregi klipt, og her høvdu ótangar stjoldið liðugt pakkaðar fiskavørur úr frystigoymsluni.

Løgreglan á Måløy visti ikki at siga, hvussu umfatandi tjóvaríið var, men kannar málið og roynir at finna út av, hvørjir innbrotstjóvarnir eru.

Tað er NRK, sum ber hesi tíðindi.