Hesar seinastu tímarnar hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um innbrot.
Annað innbrotið var í Kafe Umami undir Bryggjubakka í Havn ímillum klokkan tvey og trý í nátt. Løgreglan sigur, at ein maður, sum kom framvið, sá tveir mans inni í hølunum, men teir hildu til beins, og rýmdu.
Løgreglan sigur, at teir stjólu einar 6000-7000 krónur við sær, og nú verður so leitað eftir teimum.
Somuleiðis hevur løgreglan fingið boð um, at eitt innbrot hevur verið í einum sethúsum í Miðvági. Men tað er óvist, nær tað er hent, tí eigararnir hava verið burturstaddir í feriu í nakrar vikur og varnaðist ikki innbrotið fyrrenn teir komu aftur.
Í morgun var óvist um nakað er stolið úr húsunum.
Annars sær gassið út til at vera farið av fólki, so tað var ikki nógv fólk í býnum í nátt, og løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið stak friðarligt.









