Mitt í nátt fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðslóhapp í Havn. Tað vísti seg at vera ein bilur, har bremsurnar ikki virkaðu, sum hevði rullað á ein annan bil, so bilarnir fingu nakað av skaða.
Tað vísti set at eigarin hevði sett bilin frá sær, tí bremsurnar fóru. Men aftan á var tað onkur sum stjól bilin. Biltjóvurin fann lykilin, men tá ið hann so varnaðist at bremsurnar ikki virkaðu, leyp hann úr bilinum. Men Tað var eitt sindur av undanbrekku, so bilurin rullaði á ein annan bil.
Løgreglan sigur, at tey hava ymiskar ábendingar, sum skulu kannast, eitt nú, hvussu tjóvurin fekk fatur á lyklinum. Tað er annars bannað at lata lykilin vera í bilinum og tað fær eigarin bót fyri.