Stjól tríggjar bilar

Leygarnáttina stjól ein 16 ára gamal drongur ikki minni enn tríggjar bilar og rendi út av við tveimum av teimum

Stuldur
Solby A. Eliasen

Drongurin, sum var fullur, rendi fyrst út av í Kollafirði. Síðani stjól hann ein annan bil har og koyrdi til Havnar og rendi so aftur út av har. So tók hann enn ein bil, men sum hann, aftan á at hava koyrt ein biltúr setti upp á pláss aftur í heilum líki.
Løgreglan kannaði málið og fann fram til drongin, sum tá var farin til hús.
Hann verður nú skuldsettur fyri stuldur og rúsdrekkakoyring við ongum koyrikorti.