Stjól ein korterminal

Leygarnáttina helt hevði onkur tørv á einum kortterminali. Viðkomandi tók hann úr einum sølustað mitt í býnum

Tað er ikki altíð, at høvdið er við fólki, sum fer í býin. Leygarnáttina vildi onkur vera øgiliga snildur og stjól ein kortterminal. Seinni fann viðkomandi helst útav, at ein korterminalur ikki kann nýtast til so nógv, so viðkomandi lat hann liggja eftir, á hjelminum á einum bili í miðbýnum.

- Tað er hetta evindarliga apukattavesnið, sigur vakthavandi á politistøðini, sum greiðir frá, at viðkomandi ikki er funnin, men at terminalurin er komin upp á pláss aftur.

Afturat hesum, er ikki so nógv óvanligt hent um vikuskiftið. Ein hevði tørv á einum lúri á politistøðini, og tveir høvdu drukkið ov nógv til at koyra bil.

- Annar av teimum rann undan politinum, tá hann varð steðgaður, men hann var so mikið ávirkaður, at politistarnir runnu hann aftur, upp á onga tíð. Hin var handtikin á vanligan hátt. Nú er báðir leyslætnir, og blóðroyndirnar eru til kanningar, sigur vakthavandi, og vísir á, at báðir bilførararnir vórðu handtiknir í miðbýnum í Havn.

Somuleiðis varð eldur settur á eina ruskspann, men hesa sløktu politistarnir við eldsløkkjara, sum politistarnir høvdu við sær, og seinasta hendingin, ið vakthavandi helt verða verda at nevna var eitt harðskapsmál í Steinatúni, har ein maður varð álopin og fekk skursl á høvdið, og at ein maður breyt inn í ein handil, har hann hevði stolið rættiliga nógv, áðrenn hann sjálvur kom á støðina at melda seg.