Stjól 80.000 krónur úr kassanum

Ein kvinna í 40’unum játtaði seg í dag seka í at hava stolið eini 80.000 krónur úr kassanum hjá arbeiðsgevaranum.

 

Hon greiddi í Føroya rætti frá, at hon hevði ymiskar hættir at stjala pengarnar. Onkuntíð sló hon ikki vørurnar inn, sum kundarnir keyptu, meðan aðrar tíðir fór hon inn og strikaði keypini úr kassayvirlitinum.

 

Tá leiðslan í felagnum fór at eftirkanna bøkurnar, varnaðust teir, at kvinnan regluliga hevði strikað sølu úr kassanum, umframt at smásølan var munandi minni á hennara vaktum enn hjá øðrum starvsfólkum. Ákæruvaldið hevði eisini tryggjað sær vakmyndaupptøku, har tað sást, hvussu kvinnan hevði gjørt.

 

Kvinnan, sum hevur arbeitt í fyritøkuni í mong ár, játtaði seg seka í ákærunum og segði, at stuldurin byrjaði fyri hálvum øðrum ári síðani og vardi til hon bleiv uppdagað fyrr í ár.

 

Ákæruvaldið kravdi, at kvinnan fekk fýra mánaðir fongsulsrevsing, meðan verjin helt, at tríggir mánaðir treytað, mundi vera nokk. Verjin vísti á, at kvinnan longu hevði gjørt eina avtalu við arbeiðsgevaran um at rinda peningin aftur.

 

Dómarin gav henni fýra mánaðir fongsulrevsing, men gjørdi revsingina treytaða. Kvinnan skal gera 100 tímar av samfelagstænastu.