Stine Bosse, forkvinnan í nevndini í BankNordik, hevur keypt 1750 partabrøv í bankanum. Tað veit Kringvarpið at siga í dag. Fíggjareftirlitið boðaði í gjár frá, at kursurin er 113,50 krónur, og at Stine Bosse tí hevur keypt fyri smáar 200.000 krónur.
Orsøkin til, at hetta verður almannakunngjørt er, at fyritøkur, sum eru skrásettar á keypsskálum, skulu boða frá alment, tá ið fólk í leiðslu ella nær leiðsluni keypa og selja partabrøv í fyritøkuni. Stine Bosse hevur verið virkin í donskum vinnulívi í mong ár og sigst vera millum dugnaligastu leiðararnar í Danmark. Hon er kend fyri at vera opinskárað um persónlig viðurskifti og fyri sín leiklut í verkætlanum, kjaki og vælgerðararbeiði.
Eftir fleiri ár sum forstjóri í stóra tryggingarsamtakinum Tryg valdi Stine Bosse í 2011 at siga forstjórastarvið frá sær til tess at fáa arbeiði, frítíð og familjulív at javnviga.
Í dag arbeiðir Stine Bosse í altjóðafyritøkum sum nevndarlimur burturav, og í 2015 tók hon við sum nevndarforkvinna í BankNordik.