Íverksetarahúsið fer undir eitt nýtt átak, ið er ein accelerator skipan, sum teir kalla Íverksetarasdtimbran 2016.
Endamálið er í stuttum, at knýta íverksetar at at eini skipan, ið kann hjálpa teimum at menna hugskotið, útvega sær eitt netverk og kapital til hugskotið, ið til endans kann gerast ein lønandi fyritøka.
Ein serfrøðingur verður knýttur at hugskotinum. Tann serfrøðingurin verður valdur eftir hvat evnið og hvørja vinnu, ið hugskotið passar í.
Hendan tilgongdin varðar í umleið tveir mánaðar og tá eru verkætlaninar mentar, so at tær eru klárar at leggja fram fyri íleggjarum.
Tilmeldingarfreistin er 14. oktober 2016 og tey sum ynskja at luttaka skulu senda eina motiveraða umsókn, har stutt verður greitt frá um fyritøkuna og hví ein ynskir at luttaka. Tað verður avmarkað luttakaratal og fer at liggja millum 5-10.










