Veðrið í dag sambært veðurstovninum DMI.
Tað verður eitt lot av norðri, undir 5 m/s. Vindurin veksur eitt sindur seinni og skiftir í ein landnyrðing, 4-8 m/s.
Tað verður samdrigið fyri tað mest og tað fer at regna av og á.
Hitin alt samdøgnið fer at liggja millum 7 og 11 stig.