Í 2001 avloysti Fiat Stilo bæði Fiat Bravo og Brava. Tá avloysarin fyri Fiat Stilo kemur fyrst næsta ár, fær hann aftur navnið Bravo.
Nýggi Bravo er ein heilt annar bilur enn Stilo. Hann líkist nógv Fiat Grande Punto, sum varð ein succes heilt frá byrjan.
Bravo verður einans gjørdur sum hatchback við fimm hurðum, og ikki við trimum hurðum ella stationcar.
Sambært Fiat kunnu tey sum ynskja sær ein við trimum hurðum ístaðin keypa ein Fiat Grande Punto við trimum hurðum, og tey sum ynskja sær ein stationcar kunnu keypa Fiat Multipla.
Nýggi Bravo er bæði longri og breiðari enn Stilo. Aksilfrástøðan er óbroytt.
Tríggir 1.4 litur bensinmotorar við ávikavist 90, 120 og 150 hk verða at velja ímillum, og tveir 1.9 litur diesel við ávikavist 120 og 150 hk.
Eftir ætlan verður Fiat Bravo alment sýndur fram síðst í januar 2007, og sølan byrjar í vár.










