Tankar uppi yvir tveimum ummælum av HAIR.
Eg haldi eg var júst vorðin tannáringur, tá eg fyrstu ferð upplivdi at hava verið til ein sjónleik, ið fullkomiliga bergtók meg, fyri síðani at lesa eitt ella fleiri ummæli av sama leiki í føroysku bløðunum og undrast yvir, at eg og ummælararnir veruliga høvdu sitið í sama sali og sæð somu framførslu. Eg var tretten ár og hevði verið í Sjónleikarhúsinum og fingið eina uppliving, sum enn stendur í huganum sum eitt av mínum bestu og sterkastu sjónleikarminnum. Men í hvussu er ein av blaðummælarunum hevði kett seg, helt hetta vera ov seriøst, at leikararnir onkursvegna hildu seg vera betri enn onnur, tá teir spældu slíka modernaða leiklist, og at temaið í leikinum –rasisma- ikki hóskaði í Føroyum. Ummælarin hevði lítið gott at bera leikuppsetingini, grundgav ikki fyri sínum sjónarmiðum og visti heilt týðiliga sera lítið um tann leikin viðkomandi ummælti og um leiklist yvirhøvur. Minnist at eg í mínum unga aldri beit merki í, at ummælarin heilt týðiliga ikki eingang hevði lisið upplýsingarnar í leikskránni, hóast viðkomandi –sjálvandi- hefti seg við tvær stavivillur í henni.
Tey fylgjandi árini upp gjøgnum 70ini, 80ini og 90ini var tað ein oyðimarkargongd sum áskoðari og seinni eisini sum sjónleikari og framleiðari at lesa sjónleikaummæli í føroysku pressuni – ein gongd, har dygd var sum lundi á jólanátt (umboðað av einum einstøkum ummælara, ið hevði eitt ítøkligt leiklistarligt stevnumið, ið hann skrivaði útfrá), og har lesarin annars var noyddur at taka til takkar við eini gjøgnumgangandi inkompetentari viðgerð av føroysku leiklistini. Ummælini fullu yvirhøvur í tveir bólkar: Tað opinlýst líkasæla ummælið, har ummælarin viðgjørdi leyst og fast uttan yvirhøvur at royna at látast at vita nakað um ella at sýna nakran veruligan áhuga fyri tí, ið hann/hon ummælti. Og tað betrivitandi og niðurgerandi ummælið, har tann ummælarin hóast sín oftast fullkomna mangul upp á vitan og innlit í tað, ið hann ella hon skrivaði um, legði doyðin á at sannføra lesaran um, at ummælarin visti alt so nógv betur og hevði nógv betur skil fyri dygd enn tey, ið høvdu skapað leiksýningina, ið ummæld var. Felags fyri báðar bólkarnar var eitt slag av undirlutakenslu yvir fyri framførsluni, ið varð ummæld. Tann imkompetenti ummælarin hálovaði gjarna eini vánaligari uppseting. Her kendi ummælarin seg helst omaná og hevði yvirskot til at rósa. Men yvir fyri verkum, sum onkursvegna royndu at leggja eitt hægri støði ella at bróta upp úr nýggjum, vóru somu ummælarar yvirhøvur neiligir og nýttu alla sína mentalu orku til at lyfta seg sjálvar upp um verkini og at leggja merki til alt, sum kundi vera atfinningarvert. Soleiðis upplivdu sjónleikarar og lesarar eitt ummæli fyri og annað eftir, har ummælarar ósakliga og sjálvmótsigandi sáplaðu stórt sæð allar seriøsar sjónleikir í Havn niður, antin so avsendarin æt Gríma, Havnar Sjónleikarfelag ella okkurt triðja: Til ein leik vóru sjónleikararnir alt ov óprofessionellir at marknaðarføra seg, so at almenningurin var alt ov illa kunnaður áðrenn sýningarnar byrjaðu, um næsti leikur var marknaðarførdur betri, so var hann so yvireksponeraður, at tað nú eftir ummælarans tykki kravdist einki minni enn heimsklassi fyri at liva upp til alla reklamuna; var ongin tekstur um leikin í skránni var hon ikki nóg kunnandi, var teksturin í skránni, so varð áskoðarin yvirfóðraður við kunning; var ein nýggjur útlendskur leikur spældur, so hóskaði hann ikki til føroysk viðurskifti og føroyskar áskoðarar, var ein nýskrivaður føroyskur leikur spældur, so var tað ov heimagjørt og heimføðisligt, og ummælarin saknaði at fáa nýggju altjóða rákini til Føroya ... o.s.fr.
Tvey sigandi dømi um hetta ummælisrákið í skrivaðu pressuni í 90’unum, eru ummælini, sum eg upplivdi í Dimmu av tveimum ymiskum leikum, sum eg spældi við í innan fyri nakrar mánaðir í 1992-1993. Annar av hesum var helst tann besta og mest stórfingnu framførslan, ið eg nakrantíð havi upplivað sum sjónleikari – Glataðu spælimenninir í Norðurlandahúsinum. Ein uppseting, sum eg í hesum samanhanginum vil døma til eitt 13-tal. Hesin leikur fekk eitt nokk so stutt og heldur neiligt ummæli í Dimmu, sum var goymt burtur á síðu 2 ella 4. Hin leikurin var tann helst vánaligasta leikuppsetingin, ið eg nakrantíð havi verið við í – allar leikroyndir íroknaðar- , ein uppseting, sum eg ikki fari at nevna heitið á, men sum samanborin við Glataðu spælimenninar ikki kann fáa hægri próvtal enn 03. Hesi leikuppsetingini halgaði Dimma eitt langt og rósandi ummæli á forsíðuni. Munurin á viðferðini, ið hesir báðir leikir fingu, er samstundis føroyska sjónleikaummælissøgan í eini nøtarskel. Ummælini av Glataðu spælimonnunum, sum enn í dag stendur eftir sum ein tann mest ambitiøsa og gjøgnumførda leikuppsetingin í føroyskari sjónleikarsøgu, høvdu einki veruliga jaligt at siga um leikin, og um onkur, sum ikki upplivdi leikin, nú 15 ár aftaná fer at skriva søguna um verkætlanina við bara ummælunum sum keldum, so kann hann ikki fáa aðra fatan enn, at talan var um eina miseydnaða sýning. Men 5000 áskoðarar sóu Glataðu spælimenninar, og eg havi ongantíð hoyrt fólk siga annað enn, at leikurin var ein fantastisk og hugtakandi uppliving. Einastu undantøk eru táverandi ummælararnir á Sosialinum og Dimmu.
Hesi góðu 30 árini, ið eg havi fylgt við í føroyskum sjónleikaummælum, hava verið merkt av, at skrivaða pressan ikki hevur klárað ella viljað fylt sín leiklut, sum ein kompetentur miðlari av teirri menningini, sum hevur verið og framvegis fer fram í føroyskum sjónleiki, har bæði dygdin hevur verið støðugt hækkandi innan bæði yrkisleiklistina og áhugaleiklistina (tá mátað verður eftir tí besta, sum verður spælt). Í sama tíðarskeiði er pressan vorðin nógv professionaliserað, men professionaliseringin er bert í avmarkaðan mun rokkin til viðgerðina av leiklistini (og list yvirhøvur fyri alt tað). Seinastu 7-8 árini hevur tó verið ein týðiligur bati, og bløðini eru í alt størri mun farin at biða fólk við hóskandi barlast at ummæla fyri seg, og dygdargóð ummæli hava javnan verið at sæð. Men enn tykist skrivaða pressan ikki at hava neyðugu virðingina fyri sjónleikinum til tess at tryggja, at tað altíð er fólk við førleika, sum ummæla tey lutfalsliga fáu leikverkini, sum verða frumsýnd her á landi. Knappliga letur pressan seg aftur detta aftur í gomlu amatørismuna, og meira og minni tilvildarlig fólk verða sett at saksa leiksýningarnar sundur á prenti – ofta sum best ber til og uttan nakað veruligt innlit í tað, sum verður ummælt. Tað er synd, tí pressan hevur ein avgerandi leiklut at spæla í menningini av sjónleikarlívinum. Men hendan uppgávan er ikki røkt nóg væl, fyrr enn pressan setur fólk við neyðugum førleika á uppgávurnar hvørja ferð. Líka mikið, hvat ein heldur, so hava ummæli stóra ávirkan á sambandið millum tey, ið framføra, og áskoðararnar. Kompetent ummæli ríka kjakið um sjónleikin og úrtøkuna hjá bæði leikarum og áskoðarum úr leiklistini. Inkompetent ummæli kunnu í ringasta føri bróta týðandi verkætlanir niður, sum nógv og dygdargott arbeiði hevur verið lagt í. Tað er ein sannroynd, at góð og vánalig ummæli hava beinleiðis ávirkan á áskoðatølini. Tí hava miðlarnir eftir mínum tykki eina ábyrgd motvegis sjónleikarlívinum og eina skyldu til at tryggja, at tey ummæli, ið teir borðreiða við –annaðhvørt tey eru rósandi ella atfinningarsom- hava eina forsvarliga dygd. Tað er frustrerandi at uppliva ferð eftir ferð, at miðlarnir ikki liva upp til hetta dygarkravið.
Skal ein meta eftir ummælunum í teimum báðum stóru dagbløðunum av sangleikinum HAIR, so er dygdin á ummælunum einki frægari nú enn fyri 33 árum síðani. HAIR eitt heimskent verk, sum fyri fyrstu ferð verður sett upp í Føroyum, og talan er um størstu einstøku uppsetingina á palli í Føroyum seinastu tvey leikárini – bæði hvat viðvíkur tali av fólki, ið medvirka, og í framleiðslukostnaði. Ein kundi væntað at skrivaða pressan fór at ummæla hetta á einum seriøsum støði. Men her er tíanverri talan um tvey ummæli, ið leggja seg sera vakurt í halan á teirri serføroysku ummælaratraditiónini, sum eitur inkompetansa: Annað ummælið – tað í Dimmu- fellur undir tað opinlýst líkasæla slagið av ummælum: Ummælarin nýtir ein stóran part av ummælinum at skriva um, hvørt tað nú yvirhøvur er gjørligt at spæla ein 40 ára gamlan leik í dag – og kemur at enda fram til, at tað er tað nokk. Tað átti ikki at verið nøkur stór nýggjheit fyri nakran, tá havt verður í huga at 400 ára gomlu leikirnir hjá Shakespeare framvegis eru mest spældu sjónleikir í heiminum. Og so finst hesin ummælarin at, at tað er ov nógvur tónleikur í leikinum! Eg haldi ikki, at tað er ov mikið kravt, at ummælarin hjá landsins størsta dagblað hevur sett seg inn í, at tað er ein sangleikur, ið hon skal ummæla - á enskum musical -, og at hon tí ikki átti at verið bilsin av, at tónleikur, musikkur, er ein partur av konseptinum. Alt í alt er hetta kortini eitt nokk so meinaleyst ummæli. Men ummælarin hevur lítið og einki fingið við av tí, sum leikurin er og snýr seg um: Søgugongd, dansur, sangur, koreografi, pallur er líkasum farið yvir høvdið á ummælaranum. Bæði áskoðarar og leikarar eiga at kunna vænta sær eina meira innlitsfulla miðling av eini so stórari leiklistarligai hending, sum Hair hóast alt er.. Hitt ummælið – tað í Sosialinum- hoyrir til hina genruna av inkompetentum ummælum: Tað betrivitandi og niðurgerandi. Her hevur ummælarin sett sær fyri, at hann skal so sanniliga vísa, hvør ið hevur forstand upp á tingini, og leikuppsetingini verða brigslað stórt og smátt frá tíðarfestingina av rúmdarferjuni Columbia, brúki av dialektum til talið av blómutyssum, ið vórðu handaði við endan á frumframførsluni. Alt samalt smálutir, sum eru púra óviðkomandi fyri heildarupplivingina hjá áskoðaranum. Ummælið er gjøgnumgangandi fult av faktuellum feilum, ósakligum uppáhaldum og sjálvmótsøgnum. Enn eina ferð fáa vit nýklassikaran í føroyskari ummælarasøgu: “Her er ov nógv reklamerað –ella brandað, sum tað eitur nú- so skal tað sanniliga verða nógv betur enn hetta.” Og fyri at fáa argumentið at hanga saman gevir ummælarin marknaðarføringini av leikinum eitt vavi, sum einki samband hevur við veruleikan. Tann størsta sjálvmótsøgnin í ummælinum fellur beinanvegin í eyguni – ummælarin brigslar leikinum, at hann er ov borgarligur, men brennir síðani út í eitt álop á leikin, sum ikki er annað ein long umskrivað útsøgn av fremstu boðorðunum í smáborgarligaru hugmyndafrøðini – Jante-lógini. Ummælarin tykist ikki hava annan boðskap enn: Tit Hair-leikarar skulu ikki halda, at tit eru nakað! Ummælarin er mær vitandi púra óroyndur innan bæði ummæli og sjónleik, og ummælið – hóast tann tilgjørda klókskapin- ber ikki boð um nakra vitan um ella innlit í sjónleik ella í sangleikir sum leiklistagrein. Eg fari ikki at brigsla einum óroyndum ummælara, at hann sigur sína hjartans meining – hóast hon er ósaklig, niðrandi og óundirbygd. Men eg má siga, at eg eri sera vónbrotin av redaktiónini á Sosialinum, at hon setir hetta sum teirra boð upp á eina professionella viðgerð av eini framførslu, sum er tað størsta leiklistarliga satsið á føroyska leikpallinum hetta leikárið.
Eg nevndi, at um ummælini av Glataðu Spælimonnunum vóru øll søgan um tann leikin, so stóð tað eftir, at talan var um ein miseydnaðan leik. Men í minninum á fleiri túsund føroyingum er søgan ein heilt onnur. Á sama hátt trúgvi, at minnini hjá teimum allarflestu av teimum longu 4200 áskoðarunum, ið hava sæð HAIR siga eina heilt aðra søgu um hesa uppsetingina enn ummælini í skrivaðu pressuni. Tí skulu tit leikarar ikki loyva vánaligu pressuumrøðuni at lata so mikið sum eitt milligramm fara av tykkara gleði og stoltleika við tað arbeiðið, ið tit hava gjørt. Og tit áskoðarar, ið enn ikki hava nátt at sæð leikin, latið ikki eitt ófakligt neiligt ummæli snýta tykkum fyri eina ótrúliga uppliving. Tónleikurin er góður, uppsetingin er flott og HAIR er ein uppliving, sum ikki fæst aftur á føroyskum leikpalli í bræði.
At enda havi eg eitt hjartasuff til miðlarnar. Tær flestu sjónleikauppsetingarnar, ið koma á pall, eru úrslitið av einum samstarvi millum listarfólk innan nógvar ymiskar greinar, har leikstjórar, koreografar og leikarar hava lagt hundraðtals tímar í venjingarnar, og stovnar og sjónleikarafeløg hava lagt 100 túsund tals krónur og onkuntíð millióna upphæddir í verkætlanirnar. Alt hetta arbeiðið hevur uppiborið eina virðiliga viðgerð og hevur betri uppiborið enn at vera útsett fyri tilvildarligum og ósakligum niðursáplingum. Áskoðarin/lesarin hevur krav upp á at fáa tær bestu og størstu leikuppsetingarnar miðlaðar av ummælarum, sum hava skil fyri tí, teir viðgera, og sum megna at taka dagar ímillum dygd.