Sunnudagin fer eitt lágtrýst móti Grønlandsfjørðinum úr einum útsynningi, og ein tilhoyrandi hitabrúgv fer framvið Føroyum sunnudagin, meðan kuldabrúgvin fer framvið mánadagin. Síðani fylgir ælaveður. Mikudagin fara nýggj brúgvaløg framvið oyggjunum úr vestri, og teimum fylgir ælaveður úr útsynningi og vestri.
Veðrið sunnudagin:
Lot til andøvsgul úr vestri, 3 til 8 metrar um sekundið, snarar í ein útsynning. Tað verður turt og klárt eina løtu, men seini skýggjað og ælaveður úr útsynningi, fyrst sum vátaslettingur, síðani sum regn. Hitin fyrst millum 0 og 4 stig, men veksur síðani til 4 til 7 stig. Sunnumorgun verður eitt lot til andøvsgul úr suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, seinni gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið úr útsynningi, og um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið úr suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekdunið. Mest skýggjað og támut, men regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig.
Mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og minkar til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, men stundum regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað og regn ella ælingur. Hitin millum 2 og 5 stig.
Týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina veksur upp í skrið til storm av suðri, 18 til 23 metrar um sekundið. Samdrigin luft við ælingi, men um náttina skýggjað og regn úr vestri. Hitin um fimm stig.
Mikudagin:
Skrið til stormur av suðri, 18 til 23 metrar um sekundið, og regn, seinnapartin strúkur í vindi upp í hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið og tað klárar í, tó okkurt æli. Hitin millum 6 og 9 stig. Um náttina samdrigið og ælingur, hitin millum 2 og 5 stig.
Hósdagin: Hvassur vindur upp í skrið úr vestri og útsynningi, 15 til 20 metrar um sekundið. Samdrigið og ælingur, partvís heglingur. Hitin millum 3 og 6 stig.
Fríggjadagin:
Fyrst hvassur vindur upp í skrið úr útsynningi, 15 til 20 metrar um sekundið, við sterkum hvirlum. Skýggjað og regn. Seinni skrið upp í storm av vestri og útnyrðingi, 20 til 25 metrar um sekundið, við sterkum hvirlum. Skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.