Jóannes Eidesgaard ger nú endaliga av við spekulatiónirnar um, hvar hann fer at stilla upp, tá ið løgtingsval verður aftur.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, hevði Tvøroyrar Sosialdemokratiska Felag fund um politisku støðuna mánakvøldið. Og tá varð Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins beinleiðis spurdur, hvar hann fór at stilla upp, tá ið ið løgtingsval verður aftur.
Gitingar hava mangan verið frammi um, at Jóannes Eidesgaard fór at stilla upp í Suðurstreymoy, tá ið løgtingsval verður aftur.
Men so verður ikki.
Jóannes Eidesgaard svaraði, at tá ið val var seinast, stóð honum í boði at stilla upp í Havn, men hann valdi at stilla upp í Suðuroy.
Og tað ætlaði hann eisini at gera næstu ferð.
? Hjá mær hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at so leingi sum hetta valdømi vil hava meg at stilla upp her, so vil eg heldur vera valevni her, segði hann.









