Stillar uppaftur

Forsetin á Taiwan, Chen Shui-bian, kunngjørdi í gjár, at hann fer at royna at verða afturvaldur á forsetavalinum í mars næsta ár.

Í komandi valstríðnum fer forsetin serliga at leggja dent á viðurskiftini millum Taiwan og Kina. Kinesisku politikararnir meta framvegis Taiwan sum ein landspart, sum hevur slitið seg leysan frá meginlandinum, og tí er spurningurin um viðurskiftini landanna millum sera viðkvæmur. Men tað tykist ikki ørkymla Chen. Herfyri segði hann, at Kina og Taiwan eru tvey lond, sum liggja hvør sínu megin Taiwan-sundið. Tey orðini fullu ikki í góða jørð í Beijing.

Nú Chen Shui-bian hevur gjørt av at stilla uppaftur, skal flokkur hansara góðkenna hann sum valevni. Tað verður tann 10. desember, men eygleiðarar siga, at eingin ivi er um, at Chen verður góðkendur sum valevni floksins.