Henda greiða støða sjálvstýrisfloksins skal síggjast í ljósinum av, at vit meina at í Føroyum eiga føroyingar at ráða.
Tann dag tá evsta vald liggur heima hjá okkum sjálvum, skulu vit ikki sita í lóggevandi tingi í nøkrum øðrum landi, men samstarva á jøvnum føti við aðrar tjóðir í teim altjóða ráðum og nevndum sum til tað tíð eru.
So leingi sum vit eru partar av danska ríkinum og viðurskifti føroyinga verða viðgjørd á danatingi, so er tað umráðandi at vit eru har.
Sjálvstýrisflokkurin fer sjálvandi at vera varin tá donsk viðurskifti burturav verða viðgjørd, men eingin ivi skal vera um, at vit fara at gera okkara skyldu sum partur av lóggevandi tinginum í Danmark.
Ríkisrættarliga støðan.
Í hesum tíðum, hvar vit eru í ferð við at fremja tað ríkisrættarligu stevnu, sum hevur verið stevna sjálvstýrisfloksins síðani flokkurin sá dagsins ljós fyri knapt hundrað árum síðani, er tað sera umráðandi at okkara umboð eru á fremstu røð.
Tað at tryggja at yvirgongdin frá einum blandaðum stýri, hvar tað mangan er ógreitt um lóggevandi kompetansan liggur í Danmark ella í Føroyum, verður so varðislig sum gjørlig er okkara mál.
At hendan gongdin er varðislig er líka so umráðandi, sum tað er umráðandi at vit greiða øll okkara viðurskifti á ein hátt, hvar eingin ivi er um, at eingin myndugleiki er yvir Føroya Løgtingi.
Søga okkara vísir okkum, at tann mangan spottaði stig fyri stig politikkurin, hóast alt er tann einasti sum roynist.
Og hví so ikki halda seg til tann flokk sum hevur hendan politik sum kjarnu í sjálvum ríkisrættarliga spurninginum.
Sjálvstýrisflokkurin er ein miðflokkur, tað vil siga, sum søgan enn einaferð kann vísa okkum, at hann er í standi til at samstarva tvørtur um hugsjónarligu mørkini í einum lóggevandi tingi.
Hvør kundi til dømis hugsa sær, at Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin fór at samstarva við eina vinstrahalla stjórn.
Ella hvør kundi hugsa sær, at Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin fór at samstarva við eina borgarliga stjórn.
Nei hesir flokkar taka hugsjónarliga samleika sín við sær, og hann forðar teimum í at samstarva til báðar síður.
Sjálvstýrisflokkurin harafturímóti stendur frítt stillaður, tí hann er ein miðflokkur og kann til eina og hvørja tíð velja hvørja síðu hann vil samstarva við.
Henda sannroynd er størsta trygdin fyri at óansæð um Danmark fær eina vinstrahalla, ella høgravenda stjórn, so verður føroyska umboðanin ikki sett uttanfyri ávirkan.
Vit koma heldur ikki í klemmu, tá álitispostar skulu veljast í tinginum, men standa frítt stillaðir hugsjónarliga, tá vinstra og høgra dystast.
Hetta kann gera, at Sjálvstýrisflokkurin kemur at standa í eini lyklastøðu, sum kann vera okkum, og øllum Føroyum ein styrki, sum hinir flokkarnir ikki hava.
Hvat fer sjálvstýrisflokkurin so at virka fyri á Fólkatingi?
Flokkurin fer, at tryggja at sjálvstýristilgongdin verður framhaldandi og varðislig, soleiðis at føroyska samfelagið, so hvørt sum vit eru før fyri tí, taka ábyrgd av øllum málsøkjum okkara.
Fýra ára skeiðið sum liggur fyri framman, er eitt tíðarskeið sum uttan iva, á ein serligan hátt, kemur at vera tídningarmikið fyri føroya land.
Bæði føroyingar og danir ynskja, at vit leggja í fastar rammur hvussu ríkisrættarligu viðurskifti okkara skulu vera í framtíðini. Hvørgin parturin kann liva við teim afturvendandi ósemjum sum stinga seg upp, og hava stungið seg upp, síðani politiska medvit føroyinga mentist fyri gott 100 árum síðani.
Í hesi sjálvstýristilgongd sum nú er komin so langt, at einki er at gera uttan at halda kós og ferð, eru nógvir træðrir sum skulu greiðast.
At væl verður ansa eftir í hvørjum smáluti er umráðandi, og teir eru nógvir.
Á almanna- og heilsuøkinum og innan undirvísingarøki eru stórar avbjóðingar mótvegis donsku stjórnini.
Eitt mál, sum hevur stóran týdning fyri alt føroya fólk er yvirtøkan av flogvøllinum. Hetta er eitt mál sum er reist fyri fleiri árum síðani, millum annað í tíðini hvar Sjálvstýrisflokkurin umsat samferðslumál í landsstýrinum.
Umráðandi er at gera danir varar við sínar skyldur í hesum máli. Tað er eingin ivi um, at í tí tíðini teir hava umsitið flogvøllin, sum føroyingar fingu frá eingilsku stjórnini eftir krígslok, hava teir latið verið við at prioriterað og uppnormerað vøllin, soleiðis at hetta høvuðsportrið føroyinga til útheimin kann teljast millum fremstu flogvallir í heiminum.
Tá bert ein flogvøllur er í Føroyum, og tí allir flúgvandi borgarar bæði út av landinum og til landið, skulu um hetta punktið, so er tað avgerandi fyri okkum at alt virkar sum tað skal, so funktionelt og við so stórum regularitetið sum tað yvirhøvur letur seg gera.
Í tílíkum førum vil tað vera ein fyrimunur at vera umboðaðir báðu megin borðið.
Sjálvstýrisflokkurin hevur í føroyskari politiskari søgu verið tann flokkurin sum tíðast hevur verið við at mynda stjórn. Hetta tí hann hugsjónarliga liggur á miðjuni. Stórsta trygd fyri at føroyingar fáa ávirkan á eina komandi stjórn í Danmark fært tú, við at velja Sjálvstýrisflokkin, ella eitt av umboðum floksins til fólkatingsvalið 20.novembur.
Trúskapur ímóti sær sjálvum.
Tað eru tey sum halda, at ein atkvøða til Sjálvstýrisflokkin ikki kemur til sættis, tí tað verður ein av teim størru flokkunum sum fer avstað við manninum.
Henda hugsjón byggir á trongdina til at raka rætt; tað vil siga at vera við at velja hann sum kemur inn.
Hetta er ikki ein hugsjón sum ber politiskt og sigur hvat tað tú sum veljari vil, men heldur eitt spæl, hvar tú hevur møguleika fyri at raka rætt, ella feila.
Trúgvur ímóti hugsjón tíni setir tú krossin har sum tú heldur at júst tíni sjónarmið vera best røkt. Einans tá verður rødd tín hoyrd og tú verður ein partur av demokratisku myndini í landi okkara.
Velur tú at seta krossin eftir sannføring tíni, so feilar tú ongantíð, men kemur altíð at raka rætt.
Um tað verður eitt av okkara umboðum sum kemur í danska fólkatingi ella ikki liggur í tínum hondum tann 20.novembur.
Eg fari Sjálvstýrisins vegna og fyri mín part, at heita á teg um at seta krossin við Sjálvstýrisflokkin ella eitt av valevnum floksins. Gott val.










