- Er tað nakar, sum kann siga mær, hvussu tit eru komnar gjøgnum eina
fosturtøku, og hvussu tit hava tað aftaná? Eg veit als ikki, hvat eg skal gera. Eg veit, at tað er skeivt av mær at siga so, tá eg eigi tveir deiligar synir, men gævi eg kundi farið frá hesari jørð...
Við hesum orðum endar ein ólukkulig mamma bræv sítt, sum er at finna á heimasíðuni, NetDoktor.dk. Brævið er skrivað 3. august í ár.
Eftir brævinum at døma, er tað maðurin, sum móti hennara vilja vil, at fostrið skal takast.
Neyðarrópið frá hesi navnleysu kvinnu er bert eitt av mongum, frá tigandi kvinnum í svárastu neyð.
Alt ov svárt at tosa um
Reyði tráðurin í fyrilestrunum hjá Bente Holmgaard var at vísa á, hvussu neyðugt tað er, at samfelagið hevur nakað at bjóða teimum kvinnum, sum eru vorðnar við barn í ?ótíð?.
Í samrøðu við Sosialin sigur hon, at tá kvinnur verða spurdar, hvat tær høvdu gjørt, um tær bara kundu ynskt tað, tær vildu, er svarið næstan altíð, at tær høvdu viljað føtt barnið.
- Tær, ið veruliga ynskja fosturtøku, kunnu teljast á aðrari hondini, sigur hon.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Vit hoyra lítið og einki til hesar kvinnur, tí hetta er alt ov svárt fyri tær at tosa um, segði Bente Holmgaard í fyrilestri sínum í Mentanarhúsinum leygardagin.
Hon vísti á tann stóra tørvin, kvinnur í slíkum umstøðum hava á einum
staði at venda sær, har tær kunnu fáa ráðgeving og hjálp.
Í Føroyum er ikki frí fosturtøka, men hóast tað, finnast kvinnur her heima, sum standa við júst somu trupulleikum, sum kvinnan, ið kærir sína neyð hjá NetDoktor.
Sjálvboðin ráðgeving
Hóast ein samd trivnaðarnevnd í 1999 heitti á landsstýrið um at styrkja ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð, er einki hent á tí økinum enn.
Kvinnur, sum eru í trupulleikum orsaka av barnsburði, kunnu tó venda sær til felagsskapin, Føroya Provita.
Undanfarin ár hevur hesin felagsskapurin fingið 100.000 krónur á fíggjarlógini. Nú almannamál og heilsumál eru skild sundur, er ein konto at finna undir familju- og heilsumálum, sum eitt nú skal stuðla hesum felgsskapi.
Landsstýrismaðurin roknar við, at Føroya Provita í minsta lagi fer at fáa somu játtan, sum árini frammanundan.
Provita er sjálvboðin felgasskapur, sum bjóðar seg fram og veitir ráðgeving til kvinnur, ið eru við barn og umhugsa fosturtøku.
Tað var Provita, sum skipaði fyri evnisdegnum leygardagin.
Føroya Provita hevur tveir almennar fundir um árið. Um várið er ársfundur, og á hvørjum heysti skipar felagið fyri evnisdegi um viðkomandi evnir í samband við fosturtøku.
Føroya Provita hevur um 230 limir. Ynskir tú at vita meiri um felagsskapin, kanst tú fara á heimasíðu teirra, www.provita.fo ella ringja á telefon 456340.
Um 50 ? 60 fólk vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Bente Holmgaard eisini gav áhoyrarunum góð ráð í samband við ráðgeving sum heild.