Stígur í bilasøluni fyri fyrstu ferð í fleiri ár

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár vísa sølutølini hjá bilasølunum, at stígur er komin í bilasøluna. Í februarmánað eru bara seldir fimm persónbilar fleiri enn sama mánað í fjør.

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár vísa sølutølini hjá bilasølunum, at stígur er komin í bilasøluna. Í februarmánað eru bara seldir fimm persónbilar fleiri enn sama mánað í fjør.

 

Seinastu árini hevur verið ein støðugur vøkstur upp á 20 prosent i søluni av persónbilum. Men broytingin í februar í ár í mun til februar í fjør er einans 2,54 prosent. Og tað er nýtt, hóast tað neyvan merkir, at bilasølurnar eru í trupulleikum.

 

Samlaða sølan av nýggjum akførum vísir tó ein størri vøkstur. Tí í februar í fjør vórðu seldir 243 akfør í mun til 269 í ár. Tað er ein vøkstur upp á 10,7 prosent.

 

Yvirlitið frá Akstovuni sæst VIÐ AT TRÝSTA HER