Stigtap til Arsenal og Liverpool

Arsenal á heimavølli móti Birmingham og Liverpool á útivølli móti Middlesbrough máttu bæði taka til takka viið 1-1 javnleikum Tað gongur ikki betri enn gott hjá Liverpool í løtuni, og aftur í dag máttu teir fara av vølli uttan sigur. Hesaferð leiktu teir á útivølli móti Middlesbrough, sum skoraði til 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki við máli frá Boateng. Sum so ofta fyrr kundi Liverpool takka Fernando Torres fyri tað eina stigið, tá hann javnaði í 71. minutti.

Meira óvæntað var tað, at Arsenal ikki fekk meiri enn javnleik á heimavølli móti Birmingham. Alt gekk annars eftir ætlan, tá Adebayor legði vertirnar á odda, men í seinna hálvleiki javnaði O?Connor fyri Birmingham.

Hinvegin fekk Chelsea fult burturúr, tá teir á heimavølli vunnu 2-0 á heimavølli móti Tottenham. Eitt mál kom í hvørjum hálvleiki, fyrst Belletti og síðani í seinna hálvleiki formsterki Shaun Wright-Phillips.

Hini úrslitini vórðu:

Aston Villa-Reading 3-1

Derby-Wigan 0-1

Everton-Manch. City 1-0

West Ham- Fulham 2-1

Dysturin millum Manch. Utd og Newcastle byrjar kl. 17.15