Stigini komu so í hús

Tað var lítið sannførandi, men Kyndil fekk bæði stigini, tá botnproppurin vitjaði í høllini á Hálsi

Trý mál skilti liðini.
Kyndil var greiður favorittur undan dystinum, og hóast liðið greiddi sína skyldu, var tað ikki nógv sum bendi á, hvat av liðunum er botnlið í deildini.
StÍF rann støðugt aftaná, men gav heimaliðið mótstøðu allatíðina. Geir Wardum, venjari hjá Kyndli, skifti út í heilum, og tað ávirkaði spælið.
Eftir steðgin setti heimaliðið ferðina upp og fór trý mál fram um gestirnar. Tað skrædnaði kortini ongantíð av álvara, men sigurin var hinvegin ongantíð í vanda.
Tað merktist eisini, at hvørki Guðrið Eystberg ella Heidi Maria Akselsen vóru við hjá Kyndli. Tær sótu uttan fyri vegna skaða.
Randi Wardum gekk fremst hjá Kyndli. Hon var ágrýtin og ræddist ikki at smekka til, tá møguleikin var til tað. Hon var toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum.

Kyndil – StÍF 25-22 (12-10)
Dómarar: Thomas J. Thomsen og Magnus í Króki
10 min.: 4-2
20 min.: 9-8
40 min.: 17-12
50 min.: 20-17
Kyndil: Randi S. Wardum 7, Anja Heinadóttir 5, Jórun Ludvig 3, Rannvá Carlsson 3, Turið Arge 3, Súsanna Petersen 2, Anna Sofía Mohr 1, Annika Sigurðsdóttir 1.
StÍF: Fróðrún Danielsen 7, Rebekka Justinussen 5, Birita Poulsen 3, Bára Berthelsen 3, Mariann Petersen 2, Birna Johansen 2.