KÍ veteranurin og málverjin Jákup Mikkelsen segði seg vera fegnan, at tað eydnaðist at megna javnleik í Fuglafirði, og at tað harvið eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum:
- Vit spældu ímóti einum øgiliga góðum liði í dag. Í 1. hálvleiki spældu teir okkum sundur og saman, og vit vóru hepnir bara at vera aftanfyri við einum máli. Eg eri væl nøgdur við 2. hálvleik, og nú mugu vit taka tað har frá.
KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, ásannaði, at tað var stórt trýst á:
- Tað hevði verið tungt at farið til hús við ongum. Tá ið tað stóð ringast til, tóku vit okkum saman og skoraðu tvey mál. Nú mugu vit taka tað her frá, tá ið B71 mikukvøldið kemur norður at vitja okkum.