Famagusta spældi á útivølli móti týska Werder Bremen, og enn einaferð framdi cypriotisku meistararnir eitt bragd. Hesa ferð við málleysum javnleiki.
Og eisini í Rom gjørdist talan um serstakliga óvæntað úrslit, tá Roma mátti lúta 2-1 móti rumenska Cluj-Napoca.
Úrslitini í teimum fyrstu átta dystunum í ársins útgávu av Champions League, vóru annars hesi:
Bólkur A
Chelsea-Bordaux 4-0
Roma-Cluj Napoca 1-2
Bólkur B
Panathinaikos-Inter 0-2
Werder Bremen-Famagusta 0-0
Bólkur C
Basel-Shahktar Donetsk 1-2
Barcelona-Sporting Lissabon 3-1
Bólkur D
PSV Eindhoven-Atletico Madrid 0-3
Marseille-Liverpool 1-2