Stig fyri stig burtur frá ábyrgd

Bjørt Samuelsen
Tingkvinna fyri Tjóðveldi
------

Eitt hitt fyrsta uppskotið, landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum bar í Løgtingið, var at avtaka lógina um rættarskipanarnevnd. Eitt mál, hann sjálvur fleiri ferðir hevur biðið Løgtingið samtykkja. Enn eitt syndarligt stig burtur frá ábyrgd av egnum viðurskiftum.

Í fjør samtykti Løgtingið við hollum meiriluta lógina um rættarskipanarnevnd. Nevndin skuldi gera uppskot til føroyskar lógir um rættargang og revsing, og tilmæli um, hvussu vit best skipa dómsvaldið her a landi. Løgmaður setti sína undirskrift á lógina hin 26. mai 2011.

Grund undir fólkaræði
Flestu okkara fata Føroyar sum fólkaræði. Vit smíða okkara egnu lógir, sum vit skipa samfelagið eftir. Tørvurin á føroyskari rættarskipan verður alsamt størri, jú fleiri málsøki verða yvirtikin, og lógir, viðmerkingar og tingviðgerðir eru á føroyskum. Og, hóast revsilógin er yvirtikin, so er talan um danska revsilóg, skilt á tann hátt, at hon ongantíð er tillagað føroyska samfelagið.

Tá uttanlandsnevndin viðgjørdi yvirtøkuna av revsilógini, skrivaði hon einmælt: “Nevndin er samd um, at talan er um stóra avbjóðing at fara undir at orða føroyska revsilóggávu, ið er grundað á føroysk viðurskifti, men eisini á ta norðurlendsku revsirættartradisjónina. Slíkt arbeiði eigur at verða fyrireikað og skipað í eini serkønari rættarskipanarnevnd. Vit eiga at luttaka í norðurlendskum samstarvi, samstundis sum vit skipa innlendis samskifti um revsimál, herundir gransking og undirvísing. Neyðugt er tó alt fyri eitt at fara undir eina bráðfeingis endurskoðan og neyðugar dagføringar av galdandi revsilóg.”

Vit tosa, um tær mest grundleggjandi lógirnar í einum fólkaræði. Hvør kann vera ímóti, at hesar verða skraddaraseymaðar til júst okkara samfelag, sum vit hava ábyrgdina av?

Sterk kort á hondini
Kári P. Højgaard hevur sjálvur lagt uppskot um at seta rættarskipanarnevnd fyri Løgtingið fleiri ferðir. Í farnu tingsetu vóru tað tó Kári á Rógvi og undirritaða, sum løgdu málið fram. Fimm flokkar atkvøddu fyri, eisini núverandi landsstýrismaðurin.

Og tá samgonguskjalið hjá ABDH kom í ljósmála, stendur allar fremst undir Innlendismálum: “Føroysk rættargangsskipan skal gerast. Revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti”. Við samgonguskjalinum hevur landsstýrismaðurin sostatt eitt ógvuliga sterkt kort á hondini, til at seta nevndina og fáa arbeiðið í gongd.

Væntandi vilji
Men, landsstýrismaðurin ynskir ikki at seta nevndina. Grundgeving hansara er væntandi játtan. Tjóðveldi legði tí fram eitt broytingaruppskot, soleiðis at nevndarsamanseting og arbeiði hjá nevndini kann gerast fyri eina ógvuliga avmarkaða árliga upphædd. Hetta millum annað við, at Innlendismálaráðið sjálvt hevur umboð í nevndini og umsitur skrivstovuarbeiðið. Og umboðini frá Fróðskaparsetrinum, granskarar í løgfrøði, kunnu virka sum nevndarlimir, sum part av dagliga starvi sínum. Hetta er ein vinn-vinn støða, tí arbeiði kann tá eisini brúkast til at uppbyggja vitan og royndir frá so grundleggjandi lógararbeiði, bæði í Innlendismálaráðnum og hægsta læristovni okkara.

Eftir var so bert at finna eina minni upphædd til samsýning tveimum “uttanhýsis” nevndarlimum, tilnevndir av Advokatfelagið Føroya og BLF. Var ein vilji, so hevði tað eisini lættliga borið til, at funnið nøkur oyru til arbeiðið.

Tað vóru hóast alt fimm av sjey flokkum, sum samtyktu lógina. Men landsstýrismaðurin førir, saman við Fólkaflokkinum, stig fyri stig politikk. Enn eitt stórt stig aftureftir hæli fyri fólkaræðið, sjálvbjargni og ábyrgd av egnum viðurskiftum.