Stig fyri stig

Stig-Roar Søbstad gekk aftur undan hjá argjamonnum í gjár. Framherjin syrgdi við einum máli og einum uppleggi fyri, at AB eisini spælir í Vodafonedeildini í 2010

FÓTBÓLTUR

 

Fimm mál eftir átta dystum. Og 17 stig av 24 møguligum.

Ein av mest eyðsýndu og vandamiklu útlendingunum í føroysku kappingini spælur á Argjum. Stig-Roar Søbstad hevur nú roynt seg í føroyskum fótbólti í tveir mánaðir. Og hann hevur átt avgerandi leiklut í frálíku gongdini hjá Argja Bóltfelag seinastu nógvu vikurnar.

Men vit hava sjáldan sæð ein tílíkan framherja í føroysku landskappingini. Langur, kropssterkur, frálíkur bóltspælari, ófantaligur, sterkur í luftspælinum og viljasterkur. Men frá fyrsta degi hevur hann roynst væl inni í Vika á Argjum.

 

Mál og upplegg

27 ára gamli Stig-Roar Søbstad var aftur dagsins maður hjá argjamonnum í gjár. Hesa ferð vann AB við 2-1 á heimavølli móti 07 Vestur. Framherjin var ein støðug hóttan, og eftir hvíldina gjørdi hann av álvara bart. Fyrst rann hann seg í frálíka støðu og skuldi bara stýra bóltinum í tóma málið, tá Nikolaj Eriksen slapp til baklinjuna í høgru. Lítla løtu seinni sneiddi hann frá mótstøðuleikara og spældi Eriksen einsamallan móti málverjanum. Eriksen økti til 2-0.

Milan Pejcic stóð fyri einsamalla málinum hjá 07 Vestur. Hann var tryggur úr ellivu metrum.

 

Beiggin hjálpti

Allan Mørkøre hevur seinastu tvey kappingarárini staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá AB. Leikhátturin líkist nógv honum, sum Mørkøre sjálvur var eyðkendur fyri sum leikari. At geva alt í nærdystum, beinleiðis í spælinum, viljasterkur og provokerandi. Tað hevur higartil borið ávøkst á Argjum, tí sætið í Vodafonedeildini til komandi ár er longu tryggjað.

Men í summarsteðginum sá ikki eins ljóst út. AB hevði bara fýra stig til niðurflyting, men við hjálp frá eldra beiggjanum, Kurt Mørkøre, hava Stig-Roar Søbstad og hinir argjamenninir vunnið seg upp eftir stigatalvuni.

- Teir ringdu til Kurt Mørkøre og spurdu, um hann visti um ein framherja. Hann nevndi meg, og nú eri eg á Argjum, sigur Søbstad í práti við heimasíðuna rbnett.no.

Ætlanin var upprunaliga, at Søbstad skuldi skifta til AB undan kappingarbyrjan. Tá vildi hann ikki gevast við arbeiði og fótbólti í Oslo, men tá argjamenn aftur komu við einum tilboði í summar, tók framherjin av. Hann fór at iðra seg seinni í lívinum, um hann ikki royndi, sigur hann.

 

Staðið seg væl

Argjamenn hava havt stóra viðgongd, síðan Søbstad varð knýttur at hópinum. Liðið hevur fingið 17 stig av 24 møguligum. Og nú er AB ikki fleiri enn fimm stig frá triðja plássinum og altjóða luttøku.

Stig-Roar Søbstad hevur verið sera eyðsýndur, síðan hann skifti norsku tilveruna út við regn og vind á Argjum. Og tað viðgongur hann eisini sjálvur.

- Hetta er sum eitt ævintýr fyri meg. Tað hevur gingið væl higartil. Leiðslan hevur gjørt mær greitt, at teir fegnir vilja halda fram við samstarvinum, sigur Søbstad við heimasíðuna, og leggur afturat, at møguleiki er fyri, at hann eisini spælur á Argjum í 2010.

Norski framherjin er, sum ein av teimum heilt fáu, yrkisleikari í Føroyum. Og støðið er júst, sum hann er vanur við.

- Eg vil samanbera føroyskan fótbólt við triðbestu og botnliðini í næstbestu norsku deildini, sigur Søbstad.

Hann hevur áður umboðað norsku Eide, Molde, Træff, Lørenskog og Korsvoll.

 

Sera ivasamt brotsspark

Milan Pejcic gav liðfeløgunum vónina aftur, tá hann við brotssparki minkaði um munin til 2-1. Lars Muller, dómari, floytaði, tá innskifti Ricardo Braga fór um koll inni í feltinum.

Argjamenn mótmæltu harðliga avgerðini hjá Müller, og tað høvdu teir orsøk til. Verjuleikarin var fyrstur á bóltinum, áðrenn Ricardo Braga fór framav.

- Talan var um eitt sera, sera, sera ivasamt brotsspark. Vit høvdu tamarhald á dystinum, men við málinum fáa teir vónina aftur og leggja nógv fyri. Tí vóru vit í verjustøðu seinastu løtuna, sigur Allan Mørkøre, venjari hjá AB.

Hann viðgongur, at gestirnir vóru omaná undan hvíldini, men í seinna hálvleiki ressaðust argjamenn við. Og við málum frá Stig-Roar Søbstad og Nikolaj Eriksen er AB ikki fleiri enn fimm stig frá altjóða luttøku.

- Vit hava nú sett okkum nýtt mál og ætla at elta heiðursmerkjum. Tað er einki trýst á okkum, so nú fara vit at gera eina roynd, sigur Allan Mørkøre, venjari hjá AB.

 

Vindurin ávirkaði

Eyðkenni hjá argjamonnum í hesum kappingarárinum hevur verið stríðsviljin. Sæð burtur frá Rasmus Nielsen, sum ikki var við í gjár vegna skaða, er eingin veruligur einstaklingur á liðnum. Men tað darvaði ikki í gjár. Tí í løtum, tá vindurin ikki hevði ov stóra ávirkan á fótbóltsspælið, eydnaðist tað væl hjá heimaliðnum at flyta bóltin. Serliga eftir steðgin.

Men í fyrra umfarinum var einki fótbóltsspæl. Tað riggaði sjáldan av álvara at fáa ferð á bóltinum, og serliga orsakað av vindinum, løgdu liðini seg heldur eftir at spæla við langum bóltum. Tað riggaði serliga ikki hjá 07 Vestur, tí einstaklingarnir Tamba Yarjah, Jens Erik Rasmussen og Tór-Ingar Akselsen komu ongantíð til sín rætt. Og móti vælvoksnu verjuni hjá bæði argjamonnum og vágamonnum høvdu framherjarnir tað trupult.