StÍF vann fyrra slagið

Strandingar hava fyrimunin ímóti Neistanum undan seinna hálvfinaludystinum.

Savnsmynd: Pætur Johansen skoraði fimm av málunum hjá StÍF í kvøld.

Í høllini á Skála var eisini steypahondbóltur í kvøld, har StÍF og Neistin hittust. Talan var um fyrru hálvfinalu ímillum hesi lið.

Tað var ongantíð nakar veruligur ivi um, hvør fór at vinna hendan dystin. Strandingar uppbygdu sær eina trygga leiðslu, ið bara við sær, at hálvleiksstøðan var 12-7 til heimaliðið. Seinni hálvleikur var meira javnur, men tó var StÍF ongantíð í vanda at missa sigurin. Endaliga úrslitið gjørdist 24-20 til StÍF.

Seinna hálvfinalan ímillum liðini verður spæld sunnudagin klokkan 15 í høllini á Hálsi. 

Málskjúttarnir í dystinum á Skála vóru hesir:

StÍF: Sveinur Justinussen 8, Pætur Johansen 5, Jógvan G. Joensen 4, Kjartan Johansen 3, Fríði R. Djurhuus 2, Pætur Joensen 1 og Borgar M. Persson 1.

Neistin: Rói Berg Hansen 6, John í Innistovu 3, Andras Joensen 2, Regin Petersen 2, Sjúrður K. Thomasen 2, Jugoslav Djumic 2, Teis Horn Rasmussen 2 og Herbjørn Lava 1.