STÍF styrkir mansliðið

StÍF og danin Christian Bonde hava gjørt avtalu um, at hann fer at spæla við mansliðnum komandi kappingarár

Christian er 23 ára gamal. Hann vaks upp í lítla danska býnum Odder. Christian hevur spælt hondbólt síðan hann var smádrongur. Hann gleðir seg at koma at spæla á StÍF-mansliðnum. Hann er ein sterkur strikuleikari og hevur spælt við Århus Elite håndbold; seinasta kappingarár spældi hann við 1. deild hjá Odder håndbold.

 

StÍF bjóðar Christan hjartaliga vælkomin til felagið og at geva sítt íkast á fremsta mansliðnum.