StÍF søplaði sigurin burtur

Gestirnir fingu bert tvey mál seinasta korterið í Hoyvík, og so fekk H71 togað sær eitt stig fyri dystin

StÍF hálvsnávaði í kvøld í royndini at vinna seg enn nærri KÍF í stríðnum um pláss í FM-finaluni.

 

Strandingar vitjaðu í Hoyvík, og fyrstu langu løtuni gekk eftir bókini hjá StÍF. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdu teir ein ordans vørr, har sjógvur vaðr lagdur millum liðini, og næsta hálva tíman hildu teir eisini rimmarfast um hesa leiðslu.

 

Tá eitt korter var eftir, stóð 13-19 á talvuni, og so skuldi tú hildið, at dysturin var avgjørdur.

 

Men H71 vildi tað øðrvísi. Seinasta korterið skoraði StÍF bara tvær ferðir, og tá hoyvíkingar í sama tíðarbili skutu átta mál, endaði dysturin við javnleiki. Skrædlið hjá StÍF verður eisini væl lýst av, at teir vóru á odda 21-17, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, men teir megnaðu altso ikki binda knút á kjaftbandið.

 

Sigurin ber við sær, at StÍF nú hevur 23 stig. KÍF, sum í løtuni spælir móti Team Klaksvík, hevði 25 stig undan sínum dysti.

 

Besti málskjútti hjá H71 var Bogdan Florea, sum skeyt sjey mál. Sveinur Justinussen skoraði seks ferðir fyri StÍF.

 

H71-StÍF 21-21 (9-15)