Tvey av liðunum, sum hava blandað seg upp í oddin í mansdeildini, spældu í vikuskiftinum móti teimum báðum aftastu liðunum.
Á Skála var dystur millum StÍF og KÍF, og her gekk javnt á mesta av tíðini. Kollfirðingar, sum liggja aftast í deildini, góvu strandingum harða mótstøðu, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF kláraði veruliga at fara fram um KÍF og halda leiðsluna.
Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla var støðan 30-24 til StÍF og dysturin avgjørdur. Í hálvleikinum var KÍF annars á odda 15-14, men tað endaði við, at StÍF vann 33-29.
Í Havn var dystur millum grannafeløgini Neistan og Kyndil, og her gekk bert nøkunlunda javnt á í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fór Kyndil frá Neistanum og eingin ivi var um úrslitið.
Tá 10 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki var støðan 21-14 til Kyndil, og tá hevði Neistin bert gjørt eitt mál í seinna hálvleiki.
Restina av dystinum helt Kyndil seg trygt frammanfyri, og teir vunnu eisini dystin við 10 málum, 33-23.
Bárður Johannesen gjørdi 10 mál fyri Kyndil, og Heini Joensen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, gjørdi 9 mál, og Bjarni Wardum 8.
Hjá Neistanum gjørdi Páll Nólsoy 7 mál og Kári Mortensen 6.