StÍF fór við jólasteypinum

Eftir longda leiktíð og brotskastskapping settu strandingar H71 til viks í finaluni í kvøld.

 

Um vikuskifti varð skipað fyri fyri jólakapping í Hoyvíkshøllini - Smyril Line Cup, og tá finalan skuldi leikast í dag, vóru tað strandingar og hoyvíkingar, sum brustu saman. Talan gjørdist um ein veruligan gysara.

 

Tó at tað ikki var fullsett í høllini, vóru nógv fólk á áskoðaraplássunum til finaluna í kvøld. 

 

Eftir fyrsta hálvleik vóru hoyvíkingarnir úr H71 á odda við fimm málum, 13-8, men strandingarnir spældu seg væl við í dystin aftur í øðrum hálvleiki og togaðu seg upp á javnt. Eftir vanliga leiktíð gjørdist úrslitið eisini 24-24, og tískil varð farið í longda leiktíð.

 

Her leikaði javnt á, men StÍF átti munin við einum máli eftir fyrstu fimm minuttirnar, men tá ið longda leikltíðin var av, var enn einaferð javnt - 28-28. So farast mátti út í brotskastskapping.

 

StÍF legði fyrst út, og skoraðu upp á allar sínar fimm møguleikar, meðan H71 ikki tók av tí fjórðu royndini. Altso gjørdist úrsliti, at StÍF fekk fimm og H71 trý mál í brotskastskappingini.

 

Endaliga støðan - íroknað brotskastskappingina - varð 31-33, við Rúna Højgaard sum topskjútta fyri H71 við 10 málum, meðan Jógvan G. Joensen skeyt flest mál fyri StÍF við sjey málum.

 

 

Dystargongdin H71-StÍF

24-24 (13-8)

Longd leiktíð 28-28 (26-27)

Brotsk. 31-33 

StÍF (5)

Allan Norðberg

Kjartan Hansen

Pætur Johansen

Sveinur Justinussen

Marius Joensen

 

H71 (3)

Rúni Højgaard

Hans K. Hansen

Tróndur Arge