StÍF basti oddaliðnum

Strandingar halda fast í vónini um pláss í steypafinaluni. Í kvøld hava teir vunnið 32-29 á KÍF

StÍF gjørdi aftur í kvøld ein vørr í steypakappingini. Gestirnir vóru oddaliðið og greipuvinnararnir úr KÍF, men tað løgdu vertirnir líka í.

Endaliga úrslitið av dystinum varð 32-29 til StÍf, sum var á odda 16-15 í steðginum.

Talan var alla tíðina um ein sera javnan dyst, og eitt skifti í seinna hálvleiki togaðu gestirnir seg framum. StÍF setti tó trumf á móti endanum, tá teir vunnu seg frá 24-25 upp á endastøðuna, sum altso varð 32-29.