Gøtuljósini í Gørðum og Mikkatrøð í Vestmanna hava ikki lýst í meira enn eina viku.
Orsøkin er, sigur Vestmanna kommuna, at gøtuljóssteyri í Mikkatrøð brotnaði av klaka í kavarokinum herfyri. Tá steyrin brotnaði, slitnaðu linjurnar til gøtuljósini báðu megin við.
- Gøtuljósini í Gørðum og Mikkatrøð eru samanhangandi, og tí slóknaðu øll gøtuljósini í hesum øki. Nýggjur steyri má setast upp og fyri at fáa streym í nýggja steyran, má kaðal leggjast frá steyrunum báðumegin við.
Vestmanna kommuna vísir á, at hetta eyðvitað er eitt arbeiði, sum tekur tíð, men arbeiðið hevur høga raðfesting. Tí verður fyrsta dagin farið undir at seta nýggjan steyra upp og at grava fyri kaðlunum.
- Vit rokna við, at fyribils kaðal verður lagdur fyrsta dagin, soleiðis at gøtuljósini vónandi lýsa aftur í seinnu helvt av næstu viku.
At enda heitir Vestmanna kommuna á bilførarar um at vísa serligan ans á hesum myrka vegastrekki, tá ongar gongubreytir eru, og fólk tí ganga á vegnum.