Steypið fer undir fjørðin

Alt bendir á, at KÍ fer at vinna kvinnufinaluna í fótbólti. Úr Leirvík frættist, at støðan eftir 1. hálvleik er 3-0 til KÍ.

Fyrsta málið hjálpti GÍ til við at gera, og síðani hevur Rannvá B. Andreasen økt til bæði 2-0 og 3-0.

Harvið skal nógv venda øðrvísi í 2. hálvleiki, um steypið ikki verður í KÍ ferðalagnum, sum seinnapartin fer ígjøgnum undirsjóartunnilin. Kanska eftir at tey hava verið á Svangaskarði og vent. Menninir hjá KÍ skulu klokkan 16 spæla Intertoto á Toftum.