Lutakast um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum hevur verið í kvøld, og har háttaði tað seg soleiðis, at steypavinnararnir úr Klaksvík í fyrsta umfarinum trektu heimavøll ímóti HB.
B36, sum í fjør spældu seg í finaluna, har tær mátti lúta fyri klaksvíkskvinnum, trektu í fyrsta umfari útivøll ímóti Víkingi, skrivar fsf.fo.
Fjórðingsfinalurnar, 24. apríl:
B68/NSÍ - ÍF
Víkingur - B36
KÍ - HB
AB - EBS/Skála
Fyrru hálvfinalurnar, 2. mai:
AB / EBS/Skála - KÍ / HB
Víkingur / B36 - B68/NSÍ / ÍF
Seinnu hálvfinalurnar, 30. juni:
B68/NSÍ / ÍF - Víkingur / B36
KÍ / HB - AB / EBS/Skála
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður spæld á Tórsvølli leygardagin 24. august.