Steypavinnararnir halda stílin

Verandi steypavinnararnir úr EB/Streymi hava eftir 4-1-heimasigur á HB í kvøld lagt seg væl fyri í mun til at røkka steypafinaluni aftur í ár.

 

Tað var annars HB, sum legði seg á odda longu í 7. minutti við máli frá Halli Hanssyni. Hallur hevði ein gyltan møguleika at gerast tvífaldur málskjútti eftir hálvum tíma, tá ið HB fekk brotsspark. Tað er líkt til, at HB hevur sera trupult við at umseta brotsspørk til mál í Streymnesi, tí eisini Hallur Hansson misnýtti brotssparkið. René Tórgarð bjargaði skotinum.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleikssteðgin revsaði EB/Streymur gestirnar. Hetta málið kom umvegis brotsspark, sum Hans Pauli Samuelsen setti í netið til 1-1, ið eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

 

Seinni hálvleikur var bara góðar 10 minuttir gamal, tá ið EB/Streymur legði seg á odda. Afturvendi Arnbjørn Hansen streyk avstað í høgru og komin tætt at málinum legði hann bóltin tvørturum til Sorin Anghel, sum sendi bóltin í málið til 2-1 til EB/Streym.

 

Eftir leiðslumálið hjá EB/Streymi flutti HB seg longri fram á vøllin, men hetta hepnaðist ikki serliga væl. Heldur hinvegin gav tað pláss fyri skjótálopum til EB/Streym, og var tað júst eftir eitt slíkt, at EB/Streymur økti um leiðsluna. Tað var Hans Pauli Samuelsen, ið spældi til Arnbjørn Hansen, sum takkaði fyri og gjørdi tað til 3-1.

 

Í yvirtíðini var Arnbjørn Hansen aftur upp á spæl. Hann slapp at renna púra leysur mótvegis HB-málinum, sendi bóltin í málið og tryggjaði EB/Streymi ein tryggan 4-1-sigur undan seinnu hálvfinaluni í Gundadali, sum verður leikt 23. mei.